- Tey, sum halda, at tey gerast popp- ella rokkstjørnur av at luttaka í X-Factor, verða skuffað, tí í veruleikanum er talan bara um eksponering og einki annað, sigur Uni L. Hansen, sum vil vera við, at tað krevur talent og hart arbeiði at koma upp á tónleikatoppin.
X-Factor er bara undirhald
Uni L. Hansen, sum í nógv ár hevur fingist við at ummæla bæði føroyskan og útlendskan tónleik, heldur tað verða týdningarmikið, at hyggjarar og tey luttakandi í X-Factor vita, at X-Factor snýr seg um undirhald:
- Sendingarnar eru fyrst og fremst sjónvarpsundirhald. Tískil vísir X-Factor á ongan hátt, hvat tað vil siga at liva av tónleiki, og hvussu strævið tað í roynd og veru er. Tað gevur okkum eina illusión av tónleikalívinum, og hvussu vinnan virkar, heldur Uni L. Hansen. Hetta merkir eisini, at størsti parturin av teimum luttakandi ikki hevur tað, sum veruliga skal til fyri at kunna liva av tónleikinum:
- Vit síggja rættiliga ofta, at tey mangla tað rætta drive´ið. Tað eru tey fægstu av teimum, sum vit síggja í X-Factor, ið eru byrjað á heilt ungum árum at arbeiða seriøst við tónleiki, og sum eru uppsett til at arbeiða miðvíst við sangi og tónleiki sigur Uni L. Hansen.
Succes krevur hart arbeiði
- X-Factor líkist nógv eini ballón: Tað verður pumpað upp til tað heilt stóra, og brádliga so fer luftin úr, og einki meir hendir, sigur Uni L. Hansen og vísir á, at eingin kemur sovandi til eina veruliga succes innan tónleikaheimin:
- Tað krevur hart arbeiði, pengar, talent, vilja og ikki minst tónlistarligan integritet, sigur Uni L. Hansen og heldur áfram:
- Tað er ikki nokk bara at duga at skriva sangir ella síggja gott út, um ein skal liva av tónleiki. Mann skal duga ekstremt væl at syngja og framføra og veruliga hava nakað upp á hjarta, sigur Uni L. Hansen. Sambært tónleikaummælaranum er støðið í X-Factor sendingunum rættiliga ymiskt:
- Støðið er so sum so. Onkuntíð eru tó luttakarar, sum veruliga duga nakað, og sum hava tað rætta, men tað er langt ímillum, heldur Uni L. Hansen. Sjálvur hevur hann eina greiða meining um, hvat tað vil siga at hava X-Factor:
- Hevur tú X-Factor, ert tú eitt talent, tú hevur nakað útyvir tað vanliga, og røddin og stílurin eru sermerkt. Harafturat er umráðandi, at tú hvílir í tær sjálvum, sigur Uni L. Hansen, ið heldur, at Teitur er eitt gott dømi upp á ein sangara ið hevur X-Factor:
- Teitur byrjaði tíðliga og hevur arbeitt hart fyri at røkka sínum máli. Tá tú hoyrir hann syngja, ivast tú ikki í, at tað er hann, og júst hetta er við til at gera hann til nakað serligt, heldur Uni L. Hansen.
Ídnaðurin er niðursmeltaður
Uni L. Hansen heldur, at hóast ein vinnur eina sangkapping sum X-Factor, so merkir tað als ikki, at mann kann liva av tónleikinum:
- Orsøkin, til at tað er so torført at klára seg innan tónleikaídnaðin í dag, er, at ídnaðurin er niðursmeltaður. Tað er sera trupult at forvinna pening upp á tónleikaútgávur, og tískil er trupult at fáa nakran at gjalda fyri tær, uttan so at plátufelagið veit, at íløgan kemur innaftur onkursvegna, greiðir Uni L. Hansen frá. Tónleikarar hava í nógv størri mun enn áður brúk fyri eini stórari áhoyrarafjøld, heldur tónleikaummælarin:
- Fólk, ið liva av tónleiki í dag, liva í stóran mun av at spæla konsertir, og fyri at liva av tí so krevst, at tú hevur eina rættiliga stóra áhoyrarafjøld. Tí er spurningurin, sum ein altíð skal seta sær í samband við luttakararnar í X-Factor, “hevði eg tímað at fari til eina konsert við viðkomandi,” sigur Uni L. Hansen.
Teir báðir føroyingarnir, Kristel og Sveinur, sum vit hava sæð sungið seg víðari í X-Factor seinastu tvey fríggjakvøldini, fáa góð skoðsmál frá Una L. Hansen:
- Tey hava gott sjálvsálit og eru rólig á pallinum. Harumframt hava tey tann fyrimunin, at tey byrjaðu tíðliga við tónleikinum tey hava ávísar royndir við at framføra, og tað kann verða teimum ein stór hjálp, sigur Uni L. Hansen.