-Tey, sum velja at luttaka í X-Factor mugu ikki halda, at X-Factor er nóg mikið til at fáa eina karrieru. Tað skal nógv meira til, heldur Fróði Vestergaard, tónleikari og umboð fyri Norðurlandahúsið.
Í Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin, viðgera fleiri tónleikarar X-Factor, sum nú hevur sett hol á eitt nýtt umfar.
Ein teirra er Fróði Vestergaard, sum hevur fingist við tónleik og mentan annars í mong ár.
Hann heldur, at X-Factor kann vera ein fínur máti at gera vart við, at man er til og at man hevur talent.
-Hinvegin haldi eg, at fólkini handan X-Factor nýta ov nógva orku uppá tey, sum als einki talent hava, og tað kemur næstan undir happing, heldur Fróði Vestergaard.
Hann vísir á, at undirhaldsvirði er nummar eitt, meðan tónleikurin og talentini eru nummar tvey.
Fróði vísir á, at tað er týdningarmikið at duga at nýta miðlarnar eftir X-Factor, um tú vilt koma framat.
Men tað er ikki nóg mikið at hava luttikið í X-Factor.
-Ein skal ikki trúgva, at X-faktor er nóg mikið fyri at fáa eina karrieru. Tónleikur krevur hart og miðvíst arbeiði, og ein brennandi alsk til tónleikin, sigur Fróði Vestergaard. .










