Britney Spears er tann stóra stjørnan í nýggjastu útgávuni av amerikanska X-Factor.
Songkvinnan hevur fingið 86 milliónir krónur fyri at vera dómari, og tí gjørdist eigarin av sendingini, Simon Cowell, sera skakkur, tá ið Britney hótti við at fara úr upptøkuhølunum fyrsta dagin.
Sambært Cowell leyg Britney Spears, tá ið hon eftir 20 minuttir av upptøkum orsakaði seg við, at hon skuldi á vesið.
- Hon gjørdist sera bangin og segði eg veit ikki um eg klári hetta, sigur Simon Cowell við TMZ.com.
Hann fekk Britney Spears til at vera verandi, og upptøkurnar gingu sum ætlað. Popstjørnan var tó nakað harðari í sínum dómum enn væntað.
- Eg gjørdist sera ovfarin, tá ið eg varnaðist, at Britney krevur ógvuliga nógv av luttakarunum. Tað ger bara sendingina meira áhugaverda at hon ikki sigur ja við allar
luttakararnar, sigur Simon Cowell.









