Tað vóru ikki nógv óvæntaði úrslit í dagsins dystum í FA Cup kappingini. Í flest øllum dystunum vóru tað favorittarnir, ið fingu teir sokallaðu plikt sigrarnar, men í einkultum dystum argaðu tey minnu feløgini tey størru.
Fyrsta óvæntaða úrslitið í dag kom longu í fyrsta dystinum, sum varð spældur klokkan 12:45. Dysturin var millum Wycombe Wanderers úr fjórðbestu deildini og Aston Villa úr bestu ensku deildini. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki, eftir at favorittarnir úr Aston Villa høvdu verið á odda í dystinum. Aston Villa er í løtuni í ógvuliga tungum sjógvi. Felagið liggur langt aftast í ensku Premier League, og líkist longu nú einum klárum niðurflytara. Og úrslitið í dag lýsti væl kappingarárið hjá Aston Villa, sum mestsum bara hevur verið mótgongd.
Og hitt óvæntaða úrslitið var á The Hawthorns, har West Bromwich tók ímóti Bristol City, sum dagliga spælir í triðbestu ensku deildini. Tann dysturin endaði við 2-2 javnleiki, soleiðis at liðini skulu spæla nýggjan dyst um gott og væl tíggju dagar.
Í hinum dystunum var flest alt, sum væntað var frammanundan. Arsenal vann 3-1 á heimavølli móti Sunderland, Manchester City 3-0 á útivølli móti Norwich, meðan Watford vann 1-0 á heimavølli móti Newcastle. Einasta úrslitið sum varð eitt sindur óvæntað, var tað at Crystal Palace á útivølli vann 2-1 móti Southampton.
Úrslitini í FA Cup í dag vóru hesi:
Wycombe – Aston Villa 1-1
Arsenal-Sunderland 3-1
Birmingham – Bournemouth 1-2
Brentford – Walsall 0-1
Bury – Bradford 0-0
Colchester – Charlton 2-1
Doncaster – Stoke 1-2
Eastleigh – Bolton 1-1
Everton – Dag & Red 2-0
Hartlepool – Derby 1-2
Huddersfield – Reading 2-2
Hull – Brighton 1-0
Leeds – Rotherdam 2-0
Middlesbrough – Burnley 1-2
Newport – Blackburn (Útsettur)
Northampton – MK Dons 2-2
Norwich – Manchester City 0-3
Nottingham Forest – Queens Park Rangers 1-0
Peterborough – Preston 2-0
Sheffield Wednesday – Fulham 2-1
Watford – Newcastle 1-0
West Bromwich – Bristol City 2-2
West Ham – Wolves 1-0











