www.trygging.fo ? alt um eina leið

Tryggingarfelagið Føroyar hevur síðstu árini veitt føroyskum bileigarum ta tænastu, at bæði fígging og trygging til bilin kann verða avgreidd í eini handavend á bilasøluni. Hetta verður gjørt umvegis online-telduskipanina hjá tryggingini, so lániskjal og alt er klárt eftir bara tveimum tímum

Síðani nýggja tænastan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fór av bakkastokki, hevur tað verið eitt spæl at keypt sær nýggjan bil - soleiðis at skilja, at eitt bilkeyp kann avgreiðast skjótt og væl, uttan at nýggi bileigarin skal renna frá Peri til Pól at fáa tingini upp á pláss.
Tilsamans hevur tryggingin avtalu við 13 bilasølur, sum allar umvegis online-skipanina hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kunnu avgreiða umsóknir um bilfígging og tekna trygging.
Talan er um eina sera einfalda tænastu, ið vendir sær til øll, ið ogna sær ein bil - óansæð um tað snýr seg um ein nýggjan ella brúktan bil.

Harumframt hava vit bíliga biltrygging at bjóða, og tí kann kundin gera øll síni ørindi á einum stað, tá hann keypir bilin, sigur Petur Elias Petersen, ið hevur ábyrgdina av bilfíggingini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar um hendi.

- Óneyðugt er at gera sær onnur ørindi enn at fara á bilasøluna, tí har ber til at fáa øll viðurskiftini avgreidd undir einum. Tú kanst velja tær ein bil og samstundis fáa hann fíggjaðan og tryggjaðan á einum og sama stað.

Ómaksleys heildarloysn
Henda ómaksleysa heildarloysnin gongur í stuttum út uppá, at kundin fær fíggingina á bilasøluni, skjóta avgreiðslu og einfaldar lánitreytir.

- Tá tú keypir ein bil við okkara fígging, skalt tú geva bilaseljaranum upplýsingar um navn, bústað og føðingardag, sum bilaseljarin so sendir okkum umvegis eina online-telduskipan, greiðir Petur Elias Petersen frá.

- Hetta gongur skjótt fyri seg, tí vanliga avgreiða vit lánið innan tveir tímar. Tað tekur vanliga eitt sindur longri hjá bilasøluni at gera bilin kláran, men tá tú fært hann, er alt liðugt og avgreitt. Her er einki hóvasták.

Við nýggju bilfíggingini ber til hjá bilkeypara at fáa um 75 prosent av kostnaðinum fíggjaðan, og lánsupphæddirnar minka so samsvarandi aldrinum á bilinum.

Altíð lægstu rentu
Tá Tryggingarfelagið Føroyar fyri skjótt trimum árum síðani fór undir at fíggja bilar, var hetta eitt nýtt virkisøki hjá tryggingini, sum frammanundan hevði fingist við tryggingar, umframt lán til kommunur, heil- og hálvalmennar stovnar, partabrøv, virðisbrøv o.t.
Men royndirnar higartil vísa, at føroyskir bileigarar hava tikið sera væl ímóti hesi bilfíggingini, ið eisini hevur havt ávirkan á aðrar bilfíggingar í landinum.

- Vit løgdu út við einari rentu, sum var 7,25 prosent og væl lægri enn billánsrentan hjá hinum fíggingarstovnunum. Síðani hava teir lækkað sína rentu, umframt at vit aftur hava lækkað okkara, so vit alla tíðina kunnu geva ta bíligastu fíggingina, sigur Petur Elias Petersen.

Í løtuni er rentan 6 prosent um árið, og tað er sama renta fyri øll billánini, óansæð um talan er um nýggjan ella brúktan bil. So øll kunnu njóta sama fyrimun við hesi skipan.