www.filadelfia.fo

Filadelfia við nýggjari heimasíðu

Í nøkur ár hevur samkoman Filadelfia í Havn havt heimasíðu. Filadelfia hevur júst gjørt eina nýggja heimasíðu.

Samkoman metir, at tað er av stórum týdningi at fylgja við menningini innan kunningartøkni og samskifti.

Filadelfia ynskir at vera ein viðkomandi, sjónlig og opin samkoma. Tískil er nýggj heimasíða smíðað og evnað til.

Á heimasíðuni er fjølbroytt og viðkomandi tilfar. Tey, sum vitja síðuna, fáa innlit í visjónir og virksemi hjá samkomuni. Skrá fyri møtini eru at síggja á síðuni. Lýsing av sunnudagsskúla-, barna- og ungdómsarbeiði er eisini tøk. Stutt tíðindi kunnu eisini lesast á síðuni. Undirvísingar um bíbilsk evni verða javnan løgd út á heimasíðuna.

Áhugaverdar greinar um viðkomadi samfelagsevni eru at síggja á heimasíðuni.

Vitjið heimasíðuna www.filadelfia.fo.