Wozniacki víðari í Wimbledon

Tað hevur ikki gingið alt for væl hjá donsku Caroline Wozniacki seinasta árið, men til undankappingina til Wimbledon, Eastbourne, spældi hon seg í fjóðringsfinaluna, áðrenn hon - sum vant - tapti móti einum spælara, ið liggur langt aftan fyri hana á styrkilistanum.

 

Í sjálvari Wimbledon kappingini, sum byrjaði í gjár, gekk tó væl hjá Wozniacki í fyrsta umfari. Hon spældi móti sponsku Estrella Cabesa Candela, sum liggur nummar 101 á heimsstyrkilistanum.

 

Wozniacki vann lættliga 6-0, 6-2.

 

Í øðrum umfari skal danin møta meira royndu gomlu Petra Cetkovska, ið liggur nummar 196 á styrkilistanum, har Wozniacki í løtuni er nummar níggju.