Caroline Wozniacki hevur higartil í WTA-kappingini í Farum ikki spælt sannførandi, men í fjórðingsfinaluni vísti hon endiliga, hví hon í løtuni er nummar eitt í heiminum.
Alberta Brianti fekk ongantíð eitt bein til jørðina. Danska heimsins nummar eitt vann ein tryggan sigur á 6-1, 6-0.
Danin stýrdi dystinum frá fyrsta bólti, og tað tók henni bara 55 minuttir at vinna dystin.
Eisini í hesum dystinum sást ein nýggj síða av spælinum hjá Wozniacki við tað, at hon nógv oftari sást frammi við netið. Tað kann vera ein av frágreiðingunum til, at hon higartil í kappingini hevur havt so teprar sigrar, nevniliga at hon eisini nýtir kappingina í Danmark sum venjing.
Í hálvfinaluni í kvøld skal Caroline Wozniacki møta heilt stóra yvirraskilsinum í kappingini, 20 ára gamla javnaldranu, Mona Barthel.
TV2 vísir tennis í dag frá klokkan 15.25.