Wozniacki trygt í finaluna

Endabresturin fyri kvinnuligu tennisspælararnar er í Doha í Qatar, har átta tær bestu gjøgnum árið møtast í tveimum bólkum. Vinnararnir av hvørjum bólki spæla so móti nummar tvey í mótsætta bólki og soleiðis finst ein finala.

 

Nummar eitt á heimsstyrilistanum, Caroline Wozniacki, gjørdist óvæntað nummar tvey í sínum bólki, tá hon tapti sín dyst móti australsku Samantha Stosur. Í hinum bólkinum tapti Kim Clijsters týðiliga við vilja móti Vera Zvonareva, fyri somuleiðis at gerast nummar tvey í sínum bólki, og harvið sleppa undan Wozniacki í hálvfinaluni.

 

Lagt var tí upp til ein branddyst, tá nummar eitt í heiminunm møtti nummar tvey. Men eftir støðuna 5-4 til Zvonareva í fyrsta setti var eingin bøn. Wozniacki vann tey næstu átta spølini og harvið dystin 7-5, 6-0.

 

Hinvegin loysti tað seg væl hjá Clijsters at tapa móti Zvonareva, tí hon vann somuleiðis sína hálvfinalu lættliga. Eftir at noyðast út í ein javnbrótara í fyrsta setti vann Clijsters 7-6, 6-1 móti Stosur.

 

Caroline Wozniacki hevur bert einaferð áður spælt móti belgisku Kim Clijsters, og tað var í US Open finaluni í fjør, tá Clijsters vann 2-0 í settum. Men man Caroline Wozniacki ikki vera blivin eitt sindur sterkari síðani tá.

 

Finalan verður í morgin, og Wozniacki er longu vís í at enda ovast á heimsstyrkilistanum um ársskiftið.