Hon endaði síðsta ár sum nummar tvey á heimsstyrkilistanum fyri kvinnuligar tennisleikarar, og eftir at hava verið niðri á fjórða plássi og vent er hin aftur nummar tvey, og laga úrslitini seg, kann hon innan stutta tíð gerast nummar eitt.
Orsøkirnar eru tvinnar. Fyri tað fyrsta er nummar eitt í løtuni, Serena williams, skadd, og kann tí ikki taka lut í US Open, og fyri tað næsta hava úrslitini hjá Caroline Wozniacki verið so mikið góð, at hon tekur seg inn á Williams við risafetum.
Listin verður gjørdur eftir, hvussu tað gongur ymsu tennisleikarunum, og hvør sigur telur ávís stig. Tað sigur seg tí sjálvt, at tá Williams ikki vinnur nøkur stig, meðan Wozniacki heldur fram at vinna, nærkast hon fyrsta plássinum.
Caroline Wozniacki vann mánadagin sín níggjunda WTA-sigur, tá hon sama dag vann á Svetlana Kuznetsova í hálvfinaluni og síðani á Vera Zvonareva í finaluni. Orsøkin til, at báðir dystirnir vórðu spældir sama dag var, at regn hevðí darvað kappingini almikið. Talan var um Rodgers Cup, ið varð leikt í Montréal í Kanada.
Í nátt trein Wozniacki so inn í annað umfar av kappingini í New Haven, har hon lættliga vann á Dominika Cibulkova 6-4, 6-1. Danin hevur vunnið hesa kappingina tvey tey seinastu árini og verjir sostatt heitið.
Vinnur Wozniacki New Haven ? sum øll rokna við ? og síðani strýkur til tops í US Open ? sum eisini tey flestu rokna við ? so fer hon fram um Serena Williams og gerst nummar eitt í heiminum. Tað var eitt mál, hon setti sær longu sum 12 ára gomul.