Wozniacki í semifinaluna

Caroline Wozniacki er klár til semifinaluna í Kremlin Cup í Moskva. Hon vann í dagsins kvartfinalu, tá hon spældi ímóti slovakisku Dominika Cibulkova. Úrslitið var 6-2, 6-7 (1/7), 6-1.

 

Eftir eitt rættiliga sannførandi fyrsta sett kom verulig ferð á Cibulkova í øðrum setti. Wozniacki hevði møguleika at serva seg til ein sigur, men Cibulkova kom aftur og vann settið í tiebreak.

 

Í triðja setti kom vend í, tá Wozniacki førdi 3-1 og sigraði á verandi meistaranum.

 

Í semifinaluni skal Wozniacki dystast ímóti vinnaranum í dystinum millum russisku Maria Kirilenko, sum er seedað nummar sjey, og svensku Sofia Arvidsson, sum ikki er seedað.