Wozniacki liðug í Istanbul

Caroline Wozniacki tapti í gjárkvøldið annan dystin á rað í WTA-kappingini í Istanbul og er harvið liðug í kappingini. Dysturin var ímóti Petru Kvitova, sum vann rættiliga rtygt 6-4, 6-2. Tað merkir samstundis, at Kvitova er í semifinaluni í Istanbul.

 

Undan dystinum hevði Caroline Wozniacki sagt, at hon kendi seg ikki heilt væl, og tað ávirkaði kanska spæl hennara í gjárkvøldið.

 

Kappingin í Istanbul er tann seinasta í ár, men sambært BT hevur Caroline Wozniacki játtað at spæla tveir framsýningardystir afturat í ár.Tann fyrri verður ímóti slovakisku Dominika Cibulkova og tann seinni ímóti belgisku Kim Clijsters.