Wozniacki liðug í Avstralia

Tað verður heldur ikki í ár, at danska tennisgentan Caroline Wozniacki vinnur Australian Open-kappingina. Í fjórðingsfinaluni møtti hon í nátt niðurlendsku Kim Clijsters, og her mátti Wozniacki lúta 3-6 og 6-7.

 

Hetta er triðju ferð, at Caroline Wozniacki og Kim Clijsters møtast í kapping, og Clijsters hevur vunnið allar tríggjar dystirnar. Eitt nú møttust tær í finaluni í US Open-kappingini í 2009.

 

Tapið ber samstundis í sær, at Caroline Wozniacki missir oddasessin á heimsstyrkilistanum, sum hon hevur havt síðani oktober í 2010.