Wozniacki gevur avboð

Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, fer ikki at umboða Danmark í Fed Cup-kappingini í Portugal í hesi vikuni. Hetta er ein kapping fyri kvinnulig tennislandslið, men Danmark má klára seg uttan 19 ára gomlu Wozniacki, sum í farnu viku fekk ein skaða í Australian Open-kappingini. Læknarnir hava rátt henni frá at spæla nakra kapping hesa vikuna, um hon skal hava vónir um at koma skjótari fyri seg.