Fyrrverandi heimseittarin, Maria Sharapova, fekk ongantíð tak á dystinum móti donsku Carolinu Wozniacki.
Danska tennisstjørnan servaði sera væl, og í einari roynd at trýsta Wozniacki gjørdi Sharapova eitt hav av mistøkum.
Tað sýntist ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna dystin, spurningurin var bara, hvussu stórt Wozniacki fór at vinna. Tað gjørdist so til 6-3 og 6-4.
Wozniacki er seedað nummar eitt við US Open og er annars nummar tvey á heimsstyrkilistanum. Og tað eru tað mong, ið fílast at. Tey meta ikki, at Caroline Wozniacki í veruleikanum hevur ta styrkina.
Men heimsstyrkilistin lýgur ikki, og í mun til tað, sum nógv pástanda, hevur Caroline Wozniacki vunnið tey nógvu stigini, sum hava ført til annaðplássið, í teimum stóru kappingunum fyrst og fremst, hóast hon ikki enn hev vunnið eina Grand Slam kapping, vísa fleiri á.
Fyribils er hon so komin í fjórðingsinaluna, har hon skal møta óseedaðu Dominika Cibulkova frá Slovakínum, sum heldur óvæntað vann á 11. seedaðu Svetlana Kuznetsova.