Wozniacki í finaluni

Í nátt spældi danska Wozniacki seg fram í finaluna móti belgisku Kim Clijsters, tá hon vann á landskvinnu hennara, Yaninu Wickmayer, 6-3 6-3.

 

»Miss Sunshine«, sum amerikanarar eru farnir at kalla Caroline Wozniacki, hevði ikki teir stóru trupulleikarnar í hálvfinaluni móti óseedaðu Wickmayer, hóast hon mátti brúka tveir match-bóltar í egnari servu at vinna dystin.

 

Hon skal nú fyri fyrstu ferð spæla eina finalu í einari Grand Slam kapping, og tað verðu rímóti Kim Clijsters úr Belgia, sum ikki hevur spælt tennis í tvey ár, eftir at hon átti eina dóttir.

 

Kim Clijsters er óseedað, og hevur vunni- á báðum Williams systrunum á veg í finaluna. Í hálvfinaluni vann hon á Serena Williams eftir at amerikanarin varð kolldømd. Hon skal hava hótt ein linjudómara eftir lívinum, eftir at hon dømdi ein fótfeil móti Williams.

 

Finalan verður sunnukvøldið, og danska Wozniacki verður mett at heva ein betri møguleika móti Kim Clijsters enn hon hevði havt móti Serena Williams. Men undir øllum umstøðum hevur Wozniacki klárað seg væl betri enn framman undan væntað í hesi US Open kappingini.