Eftir at Serena Williams meldaði frá til US Open vegna skaða í fótinum gjørdist greitt, at danska Caroline Wozniacki varð seedað nummar eitt til Grand Slam kappingina. Í US Open verður nevniliga seedað eftir plássinum á heimsstyrkislistanum, og har liggu Serena Williams nummar eitt og Caroline Wozniacki nummar tvey.
Í fyrsta umfari møtti Wozniacki wild card luttakaranum, amerikansku Chelsey Gullicksen, sum hon vant burtur úr 6-1, 6-1. Uppaftur verri gekst mótstøðuleikaranum, Kai-Chen Chang úr Taiwan. Caroline Wozniacki deildi út egg við tølunum 6-0, 6-0, eftir bert 47 minuttum. Hon hevur sostatt bert tapt tvey spøl (games) í tveimum dystum.
Serfrøðingar meta, at Caroline Wozniacki hevur góðar møguleikar at fara allan vegin og vinna sína fyrstu Grand Slam kapping, men tað verður sjálvandi ikki lætt ? sjálvt um hon er seedað nummar eitt.
Mest skakandi hendingin higartil í US Open var í nátt, tá nummar 10 seedaða Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi small um í sínum dysti móti fronsku Dulko og mátti koyrast frá vøllinum í koyristóli.
US Open heldur fram til sunnudagin 12 september, tá mansfinalan verður leikt. Eurosport vísir frá kappingini frá klokkan seks á kvøldið til langt út á náttina.