Wosniacki vil á toppin

Eftir finaluplássið í US-Open er danska Caroline Wosniacki komin upp á sætta plássið á styrkislistanum hjá WTA. Men sjálv sigur Caroline, at hon vil røkka longur. – Eg havi realistiskar vónir til mín sjálvan, og so leggi eg ikki so nógv í, hvat onnur halda. Mítt mál er í øllum førum, at eg skal klára at vinna meg upp á fremsta plássið á listanum, sigur Caroline Wosniacki.