World Cup-silvur til Pál

Favroitturin gav avboð, og tí stóð dysturin um gullið millum Pál Joensen og Mads Glæsner

Svimjing

 

Pál svam ikki undir liðini av tunesiska OL-vinnaranum, Oussama Mellouli, tá hesin gav avboð við skaða í økslini.

Tí gjørdist finalan á World-Cup stevnuni í Stockholm ein dystur millum Pál Joensen, Mads Glæsner úr Danmark og Robert Margalis úr USA.

Á pappírinum var talan um hampuliga javna kapping millum hesar, men í hylinum gjørdist munurin kortini so hampuliga stórur yvir teir 1.500 metrarnar. Rættiliga tíðliga í kappingini stóð greitt, at Margalis ikki megnaði at fylgja við, og so gjørdist talan um reint norðurlendska uppgerð millum Joensen og Glæsner.

Og hesa kappsvimjingina vann danin. Um teir 600 metrarnar skræddi Glæsner seg leysan, og munin, sum tá íkom, megnaði Pál ongan tíð at svimja. Seinastu umførini tóktist føroyingurin meira ella minni at »doyggja« í vatninum, men við 14.48,89 gjørdist talan kortini um enn eitt føroyskt met hjá Pál. Og tað rakk so væl og virðiliga til silvurmerkið, tí ikki færri enn 25 sekund vóru aftur til Daniel Fogg úr Bretlandi, sum heldur óvæntað legði Robert Margalis aftur um seg.

 

---

 

Fakta

1 Mads Glæsner (Danmark) 14:38.87

2 Pál Joensen (Føroyar) 14:48.89

3 Daniel Fogg (Bretland) 15:13.70

4 Robert Margalis (USA) 15:26.21

5 Viktor Bromer (Danmark) 15:31.18

6 Jesper Svensson (Svøríki) 16:12.67