Working in a fish factory is more important than art...

Omanfyristandandi staðfesting var kanska tað, sum gjørdi, at tygara ummælari ikki í øðini yvir órudd og fjas, vendi útaftur av ársins Ólavsøkuframsýning, men í staðin dvaldist nóg leingi í Listaskálanum til kanska at hóma umhvarvið av einum nýggjum ungum ættarliði av føroyskum listafólkum

Ummæli

Kinna Poulsen

 

 

Ólavsøkuframsýningin 2008 er ørkymlandi av fleiri orsøkum. Sum heild sýnist hon øgiliga fesjut og hóast hesin dámurin ivaleyst er tilætlaður til tess at vísa á gróðramikla og dynamiska skapan, er innihaldsligi samanhangurin alt ov trupul at fáa eyga á, og tá gerst óruddið meira óruddiligt, enn skapandi. Longu hugskotið aftan fyri ársins Ólavsøkuframsýning hevði, sum tað var lýst í teimum ymisku Ólavsøkubløðunum, ein heldur enn ikki desperatan dám. Tí sambært frágreiðingum skuldi Ólavsøkuframsýningin í ár ikki innihalda liðug verk, men skitsur. Og tað er líka mikið, hvussu so nógvar frágreiðingar og próvgrundir verða drignar fram, so broytir tað ikki ta sannroynd, at skitsur eru óáhugaverdar, er tað ikki ein sannur meistari sum til dømis Leonardo Da Vinci ella Rembrandt, ið hevur gjørt tær.

 

 

At tora

Tað góða við ársins Ólavsøkuframsýning er eitt sindur øvugt, at hon umframt eitt løgið bland av skitsum (arkitekturtekningar, bindimynstur, mótamyndir osfr.) inniheldur ikki so fá verk, ið, tó at tey eru hongd ófantaliga upp (við denti á kreativu skapanarprosessina), í grundini eru liðug verk. Til dømis tykjast stóru svart/hvítu fotomyndirnar í forhøllini við skulpturellum lýsingum av kvinnum í klæðum hjá Barbaru í Gongini ógvuliga lidnar. Tað sama er galdandi fyri ready-made installatiónina hjá Anniku av Lofti av tveimum stórum køliboksum, ið eru fyltar, ikki við vatnfløskum, men við smáu eskjunum, sum hon eisini brúkar í síni uppseting í Norðurlandahúsinum. Í nýggju installatiónini í Listaskálanum er, sambært myndaskránni, eitt tár í hvørjari eskju, og hóast bæði køliboksir og tár, eins og allar aðrar likamsveskur, eru sædd áður í myndlistini, er tað gott, at Annika av Lofti hevur dirvi til at staðfesta seg sjálva við verkum, ið eru stór í vavi.

 

 

Heldur í fongsul enn á flakavirki

Myndirnar hjá Unn Joensen eru, við einstøkum undantaki í eini frálíka løgnari pappírsmynd, ógvuliga óáhugaverd yvirmálað lørift, har skrivað er á við blokkbókstavum. Tað var tó á einum av hesum løriftum, at eg bar eyga við ensku orðingina, sum eg í ovfarakæti lænti til yvirskrift á hesi grein. Hugtakandi er ikki bert tað omnipresenta speiið hjá hesi ungu listakvinnuni (f.1974), men eisini hennara ósnobbuti og húðarleysi frásagnarháttur. Tað er jú soleiðis á Ólavsøkuframsýningini, at formidlingin, á sama hátt sum í fjør, er raðfest frammaliga, og tað er gott. Ein fín plakat er gjørd í sambandi við framsýningina, har øll listafólkini verða presenterað, umframt frágreiðingar eru um framsýningina, sum ávikavist Listafelagið og tann eini kuratorurin, Kirsten Justesen, hava skrivað. Hin kuratorurin á framsýningini er Brynhild Næs Petersen. Aftrat hesum frágreiðingunum hevur hvørt listafólki fingið høvið til at skriva niður sínar hugsanir um myndlist ella um skitsugerð, og hetta er eyðsýniliga upplagt høvi til dustmiklar orðingar eins sjálvshátíðarliga deymutar og lavendlaposarnir, sum í góðu gomlu døgunum lógu í skuffum og skápum til tess at forða fyri modnaroyki. Sostatt eru nógvar av frágreiðingunum, ið eru knýttar at listaverkunum, um vælmeinandi, so heilt ótrúliga keðiligar og sjálvsagdar. Frágreiðing Unn Joensens er øðrvísi saklig og staðfestir stutt og greitt, at yvirmálaðu løriftini vísa hennara reaktión uppá eitt avslag frá einum listaskúla. Á onkrum av tí, sum er skrivað á hennara listarverk, hómast ein fitt og stuttlig roynd at sannføra seg sjálva um, at tað er meiningsfult og gott at starvast á flakavirki. Men royndin má sigast at miseydnast, tá hon at enda staðfestir, at hon heldur vil í fongsul enn á flakavirki. Tó, at tað als ikki er til at siga, hvørja leið innan listina Unn Joensen fer at velja, er hennara spei og sjálvspei djarvt og sera sjáldsamt í føroyskum listahøpi. Tí er tað at fegnast um, at hon nú er sloppin inn á Listaháskúla Íslands, har eisini Annika á Lofti gongur.

 

 

Mutatión

 

Halldis Olsen (f.1983) prógvar við sínum svarthvítu prentmyndum, at tað ber til at nýta meira vanliga og gamaldags tøkni og allíkavæl fáa góð verk burturúr. Aftur í hesum føri ørkymlar skitsutankin á framsýningini, tí prentskitsurinar hanga so ófantaliga við góðum avbrigdum millum vánalig, sum órógva. Betri hevði verið, um listakvinnan hevði valt fimm tær bestu burturúr og hongt tær í glas og rammu, so at tær komu til sín rætt. Myndevnið er eitt sindur løgið og stavar frá einum surrealistiskum dreymi hjá listakvinnuni um muterað neyt, sum hevur givið henni myndaligan íblástur. Í dramatisku myndunum á Ólavsøkuframsýningini hevur listakvinnan spælt sær við løgnum samansetingum sum t.d. at seta eitt júgur á eitt træ. Hóast hugleiðingar um mutatión hava eitthvørt moderna yvir sær, leiður stílurin tankarnar aftur í tíðina til romantikk og symbolismu við einum ávísum myndamálsligum skyldskapi við William Blake (1757-1827), Francisco de Goya (1746-1828) og Odilon Redon (1840-1916). Huglagið í myndunum er dapurt, uppøst og mystiskt á sama hátt, sum verkini hjá teimum trimum nevndu úrmælingunum vóru tað. Men Halldis Olsen tykist allíkavæl lutfalsliga sjálvstøðug til dømis í teirri frálíku monumentalu lýsingini av eini kúgv, sum er naturalistiskt endurgivin, sæð burtur frá júgrinum, sum situr skeivt, og sum harvið deformerar djórið. Innan ta yngru føroysku myndlistina hava vit sæð alt ov mikið av surrealistiskum djórum og menniskjum í lýsingum, sum minna eitt sindur um tær hjá danska málaranum Michael Kvium (f.1955), tó at tær verri enn so eru so væl úr hondum greiddar, sum myndir Kviums. Í mun til teir ungu Kvium-hermararnar eru myndirnar hjá Halldis Olsen tíbetur bæði betri teknaðar, eins og tær tykjast innihaldsliga búnari og fleirtýðugari.

 

 

Broderað blóð

 

Einki er nevnt nakrastaðni um, at øll tey framsýnandi á Ólavsøkuframsýningini eru kvinnur, so henda óhepna støðan er kanska íkomin av tilvild, kanska av neyð. Tað tykist heldur ikki, sum um framsýningin inniheldur nakran feministiskan boðskap, um ein ikki fordómsfult skal peika á bindimynstur, kjólar og krukkur, sum verandi serliga kvinnuligt. Tað einasta verkið, sum á tílíkan hátt tykist tilvitað um sítt signalivirði, er Marianna Bjørgheim (1983), sum hevur eina uppseting av pappírsmyndum og broderaðum myndum, sum eisini kundu virka í eini rúmligari installatión, har til dømis fotograferaða uppsetingin av einum turskistativi við perlaðum lundum hevði riggað væl í rúminum. Tematiska samansetingin av ektaðum og kunstigum, av náttúru og mentan, er gjøgnumgangandi við eitt nú estetiseraðu myndunum av grindahvalinum, ið er staðsettur í einum interiøri og við ómaksfult broderaðu blóðblettunum. Heldur ikki í hesum verkinum er lætt at síggja, at tað snýr seg um skitsur, sæð burtur frá teirri óryggiligu upphangingi. Ein vakrari upphanging av innrammaðum myndum hevði hóskað betur formliga og innihaldsliga.

 

 

Ólavsøkuframsýningin í kreppu

 

Ein vinsælur ummælari kann, hvussu gott lagið enn er, ikki káva út yvir, at Ólavsøkuframsýningin á sínum seksti ára føðingardegi er í kreppu. Henda framsýningin er søguliga sæð tann týdningarmesta føroyska listaframsýningin, og tað er hon, av tí hon er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, sum av somu orsøk hevur fingið ómetaliga stóran ans millum fólk. Sum tann best vitjaða listaframsýningin, ið eisini síðan byrjanina næstan á hvørjum ári er vorðin ummæld, hevur hon havt risastóra ávirkan á myndlistarligu menningina her á landi. Eisini er Ólavsøkuframsýningin staðið, har týðandi listafólk so sum Ingálvur av Reyni, Zacharias Heinesen, Torbjørn Olsen og brøður hans, Marius Olsen og Hans Pauli Olsen, - ja staðið, har at kalla øll tey góðu føroysku listafólkini eru komin fram í almenningin á fyrsta sinni.

Fyri júst fimmti árum síðani varð eitt av meistaraverkum Steffan Danielsens; Kirkjan í Nólsoy framsýnd á fyrsta sinni á Ólavsøkuframsýningini, sum í dag bert er sum ein viðfáningur, ein skuggi av sær sjálvari. Hetta sæst eisini á tí øgiligu minkingini á áskoðaratalinum, ið fyri fáum árum síðani lá væl oman fyri túsund bæði Ólavsøkuaftan- og dag, meðan talið í ár lá um fýrahundrað. Hóast siðvenjur broytast eigur Ólavsøkuframsýningin ikki at fara fyri skeyti, tí hon er tann framsýningin, ið eigur at tryggja øllum føroyingum høvið til at uppliva myndlist av høgari góðsku eina ferð um ári.

Tó, lættari er at finnast at, enn at finna loysnir. Eg veit ikki, hvat eigur at vera gjørt. Trupulleikin er íkomin av listastríðnum og ónøgd við leiðaran á Listasavninum. Kanska kundi man, tað lutfalsliga stutta tíðarskeið, sitandi stjóri (eftir egnari útsøgn her í Sosialinum) verður sitandi í stjórasessinum, í staðin latið Heystframsýningina upp á ólavsøku. Á henda hátt kundi listaáhugin millum ólavsøkugestirnar verið varðveiddur, til nýggj leiðsla tekur við á Listasavninum. Men hetta hendir helst bert, sum tikið verður til: In my dreams...

 

Ólavsøkuframsýningin er at síggja á Listasavni Føroya í Gundadali fram til 17.august.