Samrøða verður við Woody Wright á Rás2 kl. 10.30 í morgun Countrysangarin Woody Wright, sum fyri stuttum sang á Fjarðafestivalinum hevur skrivað ein forkunnugan sang um Føroyar. Sangurin er inspireraður av føroyska dansinum, og eitur ?Dance Faroe dance?. Kl. 10.30 í morgun verður ein samrøða við Woody Wright send á Rás2, og tá verður sangurin hjá Woody Wright eisini at hoyra á Rás2. Eisini verður ringt til Eyðun Jacobsen frá Fjarðafestivalinum, um hvussu løtan kendist í Kelduni, tá Woody Wright bar Føroyasangin fram alment á fyrsta sinni.