Woody Allen dugir framvegis

43. spælifilmurin hjá Woody Allen er ein av hansara bestu í nýggjari tíð

Í 1966 brúkti amerikanski leikstjórin Woody Allen ein japanskan action-film sum grundarlag fyri sínum filmi ”What’s Up, Tiger Lily?”. Hetta gjørdist byrjanin til eina drúgva yrkisleið sum leikstjóri, framleiðari og sjónleikari.
Woody Allen hevur altíð verið eyðkendur og egin sum sjónleikari, men tað er sum filmsskapari, at hann hevur framt síni størstu avrik. Woody Allen hevur verið tilnevndur til eina langa røð av Oscar heiðurslønum og hevur vunnið 11 ferðir – eitt nú fyri filmin Annie Hall.
Woody Allen er framvegis virkin og viðkomandi, og seinnu árini hevur hann framleitt fleiri frálíkar filmar – eitt nú Vicki Cristina Barcelona, To Rome With Love og tann geniala Midnight in Paris.
Seinasti filmurin hjá Woody Allen kom út í fjør og kann nú keypast heim í stovuna.
Filmurin kalla Blue Jasmine og snýr seg um Jasmine, ið verður spæld av Cate Blanchett. Hon hevur verið gift við ríkum vinnulívsmanni, ið Alec Baldwin spælir, men eleganta lívsførslan í New York steðgar. Jasmine flytur til San Fransisco, har hon roynir at koma fyri seg aftur, samstundis sum hon minnist aftur á tíðina í New York.
Ummælarar hava ført fram, at Cate Blanchett sjáldan hevur spælt so væl áður, og filmurin hevur fingið góð ummæli.