Woods tann størsti nakrantíð

Tilveran hevur annars verið alt annað enn hugalig hjá Woods seinastu vikurnar, eftir at hann er endaður í eini gølu fyri og aðrari eftir. Og somikið nógv stendur á, at hann fyribils hevur tikið seg aftur frá golf-ítróttini.

 

Men hóast gølurnar, so var eingin ivi í atkvøðugreiðsluni hjá AP.

Tiger Woods fekk 56 av 142 atkvøðum, og var við hesum langt fremstur. Nummar tvey gjørdist Lance Armstrong við 33 atkvøðum, og honum á baki komu Roger Federer, Michael Pjelps, Tom Brady og Usain Bolt.