Enska fótbóltssambandið gjørdi í fanrnu viku av, at tað skal kosta Wolves £25.000, at teir ikki stillaðu við sterkasta møguliga liðnum, tá teir í heyst spældu móti Manchester United. Wolves hevði um vikuskiftið vunnið 1-0 á Tottenham, men venjarin, Mick McCarthy valdi at fremja 10 broytingar á liðnum til dystin móti Manchester United. Hetta fyri at spara spælarar, soleiðis at hesir vóru best møguliga fyri til týðandi dyst fáar dagar seinni. Reglurnar fyri Premier League siga millum annað, at tú altíð skalt stilla við sterkasta liðnum, og Wolves hevur altso fingið bót fyri at bróta hesa regluna.