Fótbóltur
Gamla stórfelagið, Wolverhampton verður nú aftur at vinna í Premier League. Felagið úr Midlands tryggjaði sær uppflytingina leygardagin við einum 1-0 heimasigri á Queens Park Rangers. Sigursmálið skeyt Sylvan Ebanks-Blake, tá ein minuttur var farin av seinna hálvleiki.
Wolverhampton flutti niður úr Premier League í 2003, aftaná bert eitt kappingarár í bestu deildini. Tá uppflytingin gjørdist veruleiki leygardagin, runnu fleiri ovurfegin viðhaldsfólk út á vøllin.
Sheffield United, sum liggur á triðja plássi, kann nú ikki røkka Wolverhampton, men teir liggja fýra stig aftanfyri Birmingham City, sum liggur næstovast í næstbestu ensku fótbóltsdeildini.