Witherspoon lovar ikki at syngja

Reese Witherspoon, ið hevur vunnið eina SAG,- eina BAFTA- og eina Golden Globe heiðursløn fyri leiklutin sum ein syngjandi June Carter í filminum Walk The Line, lovaði sambært The Star í farnu viku, at hon ikki fór at geva eina fløgu út.

Rættiliga nógvir sjónleikarar hava roynt seg sum sangarar, men hjá næstan ongum hevur hetta eydnast væl. Tað er tí ivaleyst eitt gott hugskot, at Witherspoon heldur seg til sjónleikin. Hon er longu ein av best løntu sjónleikarakvinnunum í Hollywood, og heiðurslønirnar hava ikki gjørt lønina lægri. Oscar handanin er 5. mars og Witherspoon er stórur favorittur at vinna fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin.