Wissey boringin byrjar

Faroe Petroleum boðar frá, at leygardagin tann 15. desember byrjaði boripallurin Labrador at bora Wissey brunnin, har Faroe Petroleum luttekur við 18,75%.

Tað er oljufelagið Tullow Oil UK Limited, sum er fyristøðufelag, og væntandi tekur tað 37 dagar at bora niður á gasskelduna.

 

Wissey gasskeldan er á bretskum øki á blokkinum 53/4D, og liggur keldan 10 km eystanfyri framleiðslueindina Horne og Wren, sum Tullow Oil eisini er fyristøðufelag fyri. Gassið frá Wissey verður flutt til hesa framleiðslueindina.

 

Fyrsta gassið úr Wissey kemur væntandi í seinni hálvu av 2008. Parturin hjá Faroe Petroleum svarar til 1800 tunnur um dagin umroknað til olju. Samlaði parturin hjá Faroe Petroleum verður mettur til í minsta lagi 1 mió. tunnur av olju umroknað frá gassi.

 

Faroe Petroleum hevur longu gassframleiðslu frá Minke gasskelduni, og harumframt boðaði felagið nýliga frá, at tað hevði keypt seg inn á tvær aðrar gasskeldur, nevnliga Schooner, sum er í framleiðslu, og Topaz, sum væntandi verður borað og útbygt til framleiðslu seinni í 2008. Wissey er ein týðandi liður í framtíðarætlanini hjá felagnum, um at økja um inntøkur frá olju- og gassframleiðslu.

 

Faroe Petroleum kunngjørdi eisini herfyri, at ætlanin er at luttaka í 26 brunnum tey komandi 2 árini, og í løtuni luttekur felagið í William brunninum, sum verður boraður á føroyskum øki, og Wissey brunninum á bretskum øki.