Wise er vegurin fram

39 ára gamili Dennis Wise er tað stóra navnið í Coventry í løtuni.

Fyrrverandi enski landsliðsspælarin er liðfelagi við føroyska landsliðsspælaran Claus Bech Jørgensen, og síðani Wise kom til felagið herfyri, hevur gingið avbera væl hjá Coventry. Leygardagin vann felagið aftur dyst í landskappingini, og hesaferð skoraði Dennis Wise bæði bæði málini í 2-0 sigrinum. Coventry hevur nú togað seg upp um miðjuna á stigatalvuni í næstbestu ensku deildini. Claus Bech Jørgensen var ikki við á liðnum hjá Coventry um vikuskiftið.