Winnie Trondesen 40 ár

Leygardagin 5. apríl fylti Winnie Trondesen í Havn 40 ár. Winnie er ættað úr Ísansgarði á Sandi og uppvaksin í Skálavík. Hon flutti til Havnar í 1983 og arbeiddi á Dagblaðnum frá 1984-92 og á Team 85 frá 1994-2000. Síðan 2000 hevur hon arbeitt á Hestprent og frá 1. janaur 2003 á Sosialinum, í samstarvi við Hestprent. Winnie er gift við Marna Andreasen úr Havn og eigur børnini Hera, Beintu og Teitur.