Winnie Mandela deyð

Fyrrverandi kona Nelson Mandela, Winnie, gjørdist 81 ár.

Winnie Mandela er deyð, 81 ára gomul. Hetta visti Reuters at siga í dag.

 

Hon var í fremstu røð i stríðnum móti apartheid stýrinum í Suðurafrika, serstakliga tey 27 árini maður hennara, Nelson Mandela, sat í fongsli.

 

 

Winnie og anti-apartheid stríðsmaðurin Nelson hittust í 1957 og giftust í 1958. Tey fingu tvær døtur, innan Nelson varð tveittur í fangahús í 1963, og sat har í 27 ár.

 

 

Tey vóru framvegis gift og funnu saman aftur, tá Nelson Mandela slapp úr fangahúsinum í 1990 (Myndin). Hon stóð við hansara lið, tá hann gjørdist presidentur í Suðurafrika í 1994.

 

 

Tey vórðu sundurlisin í 1992, og endaliga skiltust tey í 1996.

Í 2003 varð hon dømd fyri svik.