Arvurin eftir bretsku songkvinnuni, ið doyði í juli í fjør, Amy Winehouse, má sigast at vera sera stórur. Arvurin er ikki minni enn 26,2 milliónir krónur.
Amy Winehouse doyði brádliga í fjør orsakað av rúsevnismisnýtslu. Allur arvurin fer til foreldrini, tí at Amy Winehouse ikki hevði skrivað testamenti. Fyrrverandi maður hennara, Blake Fielder-Civil, fær ongan ágóða av arvinum.
Gjøgnum tíðina náddi Amy Winehouse at útgeva tvær fløgur, har serliga tann síðsta, »Back to black«, fekk sera góð ummæli og eisini nógvar virðislønir. Higartil er Back to black eisini tann mest selda fløgan í Bretlandi í 21. øld.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð










