Willie Boys lesa upp á Reynsmúlalág

Tey flestu kenna Willie Boys sum ein sjónleikarabólk. Nú eru Willie Boys eisini ein lesibólkur. Endamálið við lesibólkinum er at lesa tekstir hvør hjá øðrum, frámæla, viðmæla og ummæla tekstirnar.

Annan hvønn mikudag lesa Wille Boys tekstir, sum teir sjálvir hava skrivað ella týtt. Allir hava teir ymiska bakgrund og atgongd til bókmentir. Júst hetta er spennandi við Willie Boys.
 
Bólkurin er settur saman av rithøvundum, tónleikarum, grafikara og sjónleikarum, og øll hava roynt at hava eitt borgarligt starv, so møguleikarnir at krydda orðið við ymiskum ávirkanum er ótroyttandi.
 
Tað, sum eyðkennir føroyska mentanarlívið í síni heild, er, at alt skal enda á einum palli, og verður ikki ein vinnari kosin, tímir ongin at spæla við. Kring alt landið stinga festivalar seg upp sum sóljukoppar í veitum ein vátligan várdag. Rútmiska tónleikalívið hevur tikið yvir mentanarpallin, meðan hinar listagreinirnar mestsum eru følnaðar.
 
Willie Boys hevur sett sær fyri, at pallurin skal vera natúrligur.  Hann ikki kann setast upp ella takast niður  hann er har altíð. Hesaferð er talan um Reynsmúlalág. Næstu ferð eina aðrastaðni.
 
Hósdagin tann 03.08.06. klokkan 17.00 lesa Willie Boys egnar tekstir og kanska onkra týðing á Reynsmúlalág. Tað góða við at lesa úti í náttúruni er, at fólk mega fáa eina góða bókmentaliga og eina náttúruuppliving sum fáar. Umhvørvið skapar karmarnar, og verða karmarnir fyltir við glaðum fólkum.
 
Gamalt var at fara út í náttúruna at bera fram skaldskap og meiningar av ymsum slagi. Fólkafundir hava verið hildnir í hesum natúrliga umhvørvi í skjótt 120 ár. Upplesturin hjá Willie Boys hevur tó ikki sama endamál sum fólkafundirnir høvdu. Teir vilja bara bera fram skaldskaparlistina á einum øðrum palli, enn vit er von við:
- Vit kappast við ongan. Kemur bara ein áhoyrari, lesa vit upp, siga teir.
 
 
FAKTA
Limirnir í Willie Boys eru:
Bárður Persson,
Kjartan Hansen,
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
Sigri M. Gaini,
Búi Dam,
Oddfríður M. Rasmussen,
Dánjal á Neystabø,
Høgni Egholm Magnussen
Petur Pólson