William: Prinsurin líkist mammu síni

Eftir at hava bíðað í fleiri tímar slapp almenningurin uttan fyri St. Mary's Hospital í London umsíðir at skoða nýggja bretska prinsin í gjárkvøldið.

Fagnaðurin var stórur, tá William prinsur og Kate hertoginna stigu út um dyrnar á privatu føðideildini Lindo Wing við nýggja prinsinum, skrivar dr.dk.

Mamman hevði nýføðinginum í ørmunum, og ikki sást á henni, at hon hevði átt eitt samdøgur frammanundan.

Síðan tók William prinsur sonin og stillaði seg framman fyri tíðindafólkunum og blitsandi myndatólunum. Hann varð millum annað spurdur, um nýggi prinsurin hevði fingið navn.

- Vit arbeiða framvegis við at finna honum navn. Nú skulu vit fyrst koma at kenna hann. Men hann hevur góð lungu, tað er vist.

- Tíbetur hevur hann góðu útsjóndina frá mammu síni, segði William prinsur brosandi.

Eftir at nýklaktu foreldrini høvdu svarað nøkrum spurningum frá tíðindafólkunum fóru tey innaftur á sjúkrahúsið. Har varð lítli prinsurin settur í ein bilstól, og síðan koyrdi lítla familjan heim til Kensington Palace.