William og Kate í øðini um mynd

Bretski William prinsur og kona hansara Catherine eru í øðini um, at ein franskur fjølmiðil hevur brúkt myndir av Catherine, har hon er toppleys.

Parið vil vera við, at myndirnar vekja óhugnalig minnir um ta tíðina, tá fjølmiðlarnir jagstraðu mammu William prins, Dianu prinsessu, sálu.

William prinsur og Catherine, sum í løtuni eru stødd í Malaysia, hava verið í samband við sakførarar, eftir at franska blaðið Closer brúkti tær heldur óhaskandi myndirnar av Catherine. Tað upplýsir bretska kongshúsið.

Á tí eini av myndunum sæst 30 ára gamla Catherine í svørt/hvítum bikinitrussum, meðan William prinsur smyr henni við sólkremi. Hetta var tá parið fyri stuttum helt frí í Frankaríki.

- Parið følir, at tað er púra burturvið og órímiligt, at franska pressan ikki hevur meira virðing fyri teirra privatlívi, upplýsir hoffið á St. James´s Palace.

Blaðið Closer bjóðar á heimasíðuni lesarunum til at keypa blaðið og njóta "myndirnar, sum verðin ikki kann bíða við at síggja: Hertugafrúan av Cambridge toppleys á terrassuni"