William Heinesen 110 ár

Í dag, 15. januar, eru 110 ár síðan William Heinesen varð føddur tann 15. januar 1900. William var ein av kendastu føroysku listamonnunum. Hann fekst bæði við at skriva, mála, klippa og komponera. Hann skrivaði á donskum, hóst hann livdi nærum alt lívið í Føroyum. Bert nøkur fá ár var hann í Danmark saman við vinmanninum Jørgen Frantz Jacobsen.

Hansara størsti íblástur kom frá einum virknum og livandi handilshúsi, tí tey vóru virkin handilsfólk í Havn. Hann var bæði ávirkaður av borgarliga lívinum og eiisini av listarliga umhvørvinum. Mótsetningurin ímillum hesi bæði er ein reyður tráður í hansara bókmentum. William Heinesen gav út yrkingasøvn, stuttsøgusøvn og skaldsøgur. Kendasta bókin er helst ?De fortabte spillemænd, sum á føroyskum eitur Glataðu spælimenninir.

William Heinesen andaðist 12. marts 1991, 91 ára gamal.