William Booth ovasti kemur til himmals

Yrkingin sum Jóannes Skalle las upp undir hátáðarhaldinum hjá Frelsunarherinum.

Booth gekk treystliga á odda, á trummu hann sló.
(Ert tú tváðaur í Lambsins blóð?)
Í himli tey smíltust og søgdu: "Har kemur hon, menniskjan góð."
(Ert tú tváaður í Lambsins blóð?)

Spitølsk hann eltu í longum røðum,
og útskotspakk úr heimsins myrkastu støðum.
Krúpandi syndarar og bølmenni frek
Girndarhugað menniskju ? til glatanar sek.
Maðketnar sálir við ringum anda.
Mikið fjølmenni av fólkum í vanda
Øll hesi hann leiddi for trúnuna at standa.

Hvørt eitt fátækrabýlið og hvørt eitt skýmaskot sendi sín skara
Hóast Booth fegin vildi havt fleir við sær at fara
Tjóðarfløgg øll um allan heim
veittraðu við heiður og himmalskum gleim.
Gentur á ljóðføri spældu fagnaðargklang,
meðan tær sungu henda himmalska sang.

Halleluja! Tað var hugtakandi at sjá
harðrendar fangar, sum Kristur loysti fongslunum frá.
Ótangar blástu trompetir í.
Upp, upp, upp gjøgnum gyltu ský!

Booth doyði blindur, tó var trúgvin so sterk,
at eygu hans greitt sóu Harrans mikla verk.
Óræddur Boot á odda gekk, høvdingi líkur,
Sjáldan í Himli sást mannavinur slíkur.
Skeggið í andarisi, yvirbragdið sum stál,
tá hann óviknaður steig innum ? hann var komin á mál.

Jesus kom út gjøgnum forgarðsdyr, hann brosti við.
Mildur hann signaði hetta vána lið.
Booth sá einki, men leiddi kortini liðið beina gøtu
inn á ta stóru forgarðsfløtu.
So! Við eitt! Liðið steðgaði á ? og sí,
Fóru so aftur til gongu ílatin klæði ný.
Kropnað rættu seg upp, visnaðir limir gjørdust sterkir,
og blind sóu ein nýggjan heim ? Gud framdi verkið.

Ótrivavætti og illkvendi í veitslulag!
Trútin andlit gjørdust rein sum hagin kavadag.
Tey vóru nú vísmenn og kongar í kempulíki.
Sloppin úr heimsins runudíki.

Skarin varð skøddur, fekk eldsveingir stórar,
og fagnaðarsangur køvdi einglakórið.

O, rópa bjarging! Tað var gott at sjá
glatað menniskju, sum sluppu syndaleinkjum frá.
Spælt varð á ljóðføri, væl mundu tey duga,
tey nýtváað menniskju, ið spældu av fullum huga.

Og tá Boot steðgaði og til bøn fall á knæ,
sá hann sín Harra, og lundin varð glað.
Kristur kom blíður, gav honum klæði og krúnu,
og øll løgdust á knæ for Himinsins trúnu.
Hann sá Himnakongin, mannavinin, ið ber av øllum.
Og hann smíltist gjøgnum tár ? hann var loksins í Himnahøllum.

N.V. Lindsay / Jóannes Skaale umsetti