Willi er 26 ára gamal og hósvíkingur, sonur Estrid, f. Hansen, úr Hósvík og Magnus Olsen, ættaður úr Funningi.
Willi hevði kiosk í Hósvík, áðrenn hann fór á Føroya Handilsskúla, har hann tók HH prógv í 1999. Hann bleiv útbúgvin sum bankaatstøðingur í Føroya Banka í 2002. Hann er giftur við Daniellu, f. Budure, úr Jebel í Rumeniu, og tey eiga sonin Andrew.
Arctic Import er ein handils- og tænastufyritøka, sum leggur seg eftir at vera ein samstarvsfelagi hjá vinnulívsfólki og almennum fyritøkum í Grønlandi og Føroyum. Fyritøkan byrjaði sítt virksemi, í Nuuk, í Grønlandi í 1978. Hetta var í eini tíð, tá tørvurin á fjølbroyttum vøruveitingum til grønlendskar handverkarar øktist.
Tað vísti seg, at serkunnleikin hjá Acrtic Import kom væl við, og skjótt fevndi virksemið so víða, at neyðugt varð at útbyggja og samstundis seta á stovn eina skrivstovu í Danmark, til at røkja teirra áhugamál. Danska skrivstovan varð løgd soleiðis, at møguleikarnir at koma til flogvøllin í Aalborg og til Grønlandshavnina vóru so góðir sum gjørligt. So við og við er hendan skrivstova vorðin høvuðssæti í virkseminum hjá fyritøkuni.
Í 1999 byjaðu teir við Arctic Import Føroyar, og settu ein staðbundnan sølumann í Føroyum. Síðan tá hevur tað bert gingið framá hjá Arctic Import Føroyar, sum hevur fingið nógvar fastar kundar, bæði almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt Willi Olsen, sum er í Føroyum, eru eisini tvey føroysk starvsfólk á deildini hjá Arctic Import í Nørresundby. Talan er um Anniku Jacobsen og Finnbjørg Jacobsen.










