Gjøgnum langa valstríðið í USA hevur fyrsti myrki forsetin fingið nógvan stuðul frá óteljandi kendum persónum innan film- og tónleikavinnuna.
Millum tey, ið sera týðiliga hava víst, at tey stuðla Obama, er talkshow-verturin Oprah, ið enntá hevur verið á pallinum til fleiri valfundir.
Rapparin Jay-Z hevur samanborið Obama við Martin Luther King og Rosa Parks, ið stríddust fyri borgararættindunum hjá teimum myrku í Amerika. Somuleiðis hevur P.Diddy eisini givið Obama sín stuðul og sigur í dag, at hann kendi tað sum um, var tað hansara atkvøða, ið tryggjaði Obama sigurin.
Nas og Will.I.Am vísa nú eisini teirra stuðul, men á ein øðrvísi hátt. Nas var á konsertferð í Noregi, og vónsvikin av ikki at kunna luttaka á valinum, skrivaði hann sangin ?Election Night?, ið er so nýggjur, at hann ikki er komin út enn, men sambært NME er hann ávegis.
Will.I.Am frá Black Eyed Peas gjørdi fyrr í ár lagið ?Yes We Can?, har hann vísti sín stuðul til Obama, og sum gjørdist eitt stórt hitt á YouTube. Valkvøldið brúkti hann eisini til at gera eitt nýtt lag liðugt, ?A New Day?, ið fagnar sigrinum hjá Obama.
Lagið verður eftir ætlan almannakunngjørt seinni í kvøld á dipdive.com.