Will heldur seg burtur

Will Young orkar ikki fyri Brit Awards, og hann ætlaði sær ikki til tiltakið í ár. Men so hendi tað, sum kann henda fyri tann besta. Will Young var tilnevndur til eina virðisløn sum ársins sjónleikari.

 Eg hati virðislønarhandanir. Um eg ikki var noyddur at fara til tiltakið, so hevði eg ikki farið. Tað er eitt løgið tiltak. So nógv ego í sama høli. Eg eri sera fegin um at verða tilnevndur, men hatta er bara ikki eg, sigur Will Young.