TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá búmerkið til nýggja fótbóltsfelagið Los Angeles Football Club var avdúkað. Los Angeles Football Club verður partur av tí støðugt vaksandi fótbóltsliguni Major Soccer League.
Ein av høvuðseigarunum er kendi Hollywood sjónleikarin Will Ferrell, sum er kendur fyri at taka heldur dýran til.
Á kykmyndini sæst og hoyrist tað, sum Will Ferrell hevði at siga í samband við avdúkingina av nýggja búmerkinum.
Tað er Mail Online, sum hevur lagt innslagið út á YouTube.











