Wilhelm farin frá olju til øl

Wilhelm E. Petersen, fyrrverandi stjóri í Atlantic Petroleum, er nú settur sum stjóri í Sp/F Okkara, sum er í ferð við at byggja eitt ølbryggjarí á Velbastað.

Tað er A/S Thorshavns Mælkefosyning og Margarinefabrikk, sum er gamla majaríið í Havn, ið hevur stovnað smápartafelagið Sp/F Okkara. Felagið er í ferð at byggja eitt ølbryggjarí, og til endamálið hevur felagið keypt bygningin hjá Føroya Egg á Velbastað, sum steðgaði framleiðsluni í oktober 2008.

- Vit ætla at taka kappingina upp við Føroya Bjór og hava ætlanir um at bryggja einar 600.000 litrar av øli um árið, segði Høgni Jensen, formaður í Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik við Sosialin fyri einum ári síðani. Hann segði, at felagið eisini hevði keypt útbúnaðin hjá bryggjarínum Brøckhouse, ið hevur hildið til í Hillerød og hevði størsta mikrobryggjaríið í danska kongaríkinum. Hetta bryggjaríið varð tá farið av knóranum.

- Vit hava keypt eitt komplett bryggjarí, sum er eitt sindur størri enn vit upprunaliga ætlaðu, greiddi Høgni Jensen frá. Hann segði eisini, at teir ætla at bryggja øll sløg av øli.

Síðani í fjør hevur Høgni Jensen ikki verið serliga tíðindafróður um ætlaða bryggjaríið, hóast vit fleiri ferðir hava fregnast. Men nú sæst í yvirlitinum hjá Skráseting Føroya, at Wilhelm Eyðinsson Petersen er settur sum stjóri.

Hjá Skráseting Føroya sæst eisini, at Sp/F Okkara hevur til endamáls at reka handil, bryggj- og søluvirksemi og annað virksemi í hesum sambandi.

Nevndarformaður í Sp/F Okkara er Óli Meinertsson Hansen í Havn, nevndarlimir eru Høgni Jensen, í Havn, Peter Klemensen, Thisted, Thomas Hans Dam, Argir.

Felagið hevur eisini hjánøvnini: Ydun, Okkara Bryggjarí, Okkara Bryggjhús, Ydun, Okkara Bjór.