Wilbek vitjar

Seinnapartin í gjár kom kendi danski hondbóltsvenjarin, Ulrik Wilbek, til Føroya sum gestur hjá Hondbóltssambandinum.
Longu í gjárkvøldið eyg­leiddi hann A-landsliðið hjá bæði kvinnum og monnum, sum vandu í Hoyvíkshøllini, og tað ger hann aftur í dag og í morgin.
Somuleiðis verður í morgin móttøka og og fyrilestur við Ulrik Wilbek í sonevndu Pyra­midu­høllini í Hoyvíkar skúla.