Wilbek stuðlar Guðmundi Guðmundssyni

Gamli landsliðsvenjarin væntar, at danska liðið kemur sterkt aftur til OL-endaspælið í Brasil

Íslendski landsliðsvenjarin hjá danska manslandsliðnum í hondbólti, Guðmundur Guðmundsson er komin í eitt satt ódnarveður í donsku ítróttarpressuni, har fleiri í síni skriving og viðmerkingum leggja upp til, at samstarvið millum danska hondbóltssambandið og íslendska venjaran eigur at steðga.

 

Ítróttarstjórin hjá DHF er tó ikki samdur við tí kritisku ítróttarpressuni.  Og ítróttarstjórin er ikki harra hvør, sum helst. Ulrik Wilbek, sum á sinni vann tvær EM gull. tvær HM silvur, tvær EM silvur, eina HM bronsu og eina EM bronsu, sum venjari hjá danska manslandsliðnum stuðlar Guðmundi Guðmundssyni at halda fram, sum venjari, hóast talan er um fyrstu ferð síðani 2000 og 2001, at danska manslandsliðið í hondbólti ikki vinnur seg í eina hálvfinalu tvey endaspøl á rað. 

 

- Vit í DHF eru nøgd við arbeiðið hjá Guðmundi Guðmundssyni. Vit eru vónbrotin um úrslitið í EM endaspælinum, men vit gerast ikki nummar 11 ella nummar 13. Vit hava eina kenslu av, at vit hava eitt gott lið, sum kann gera tað gott til OL endaspælið í Brasil komandi summar. Og OL er okkara siktið nú. Vit kenna okkum eisini vís í, at spælararnir halda, at Guðmundur er tann rætti maðurin til starvið. Spælararnir hava stóra tiltrúgv til Guðmund, og tí, sum arbeitt verður við í landsliðshópinum. Tað merkir ikki, at eg og Guðmundur ikki fara at eftirmeta EM endaspælið, og tosa um hvat vit kunnu bøta um. Tí tað er givið, at tað eru ting, sum bøtast kunnu um, tá úrslitið ikki er nøktandi, sigur Ulrik Wilbek við BT.