Wilbek heldur fram

Nú er greitt, at Ulrik Wilbek heldur fram í starvinum sum danskur landsliðsvenjari hjá monnum.

Partarnir hava verið í samráðingum seinastu tíðina, og nú hava teir funnið eina semju. – Eg ynski fegin at halda fram í starvinum. Eg gleði meg til komandi avbjóðingarnar, sigur Ulrik Wilbek millum annað við heimasíðuna hjá danska hondbóltssambandinum.