Fríggjadagin byrjar HM í manshondbólti, har bæði Noreg, Svøríki, Ísland og Danmark taka lut.
Tann kendi danski landsliðsvenjarin, Ulrik Wilbek ger nú sítt besta fyri at dempa tær donsku vónirnar.
- Eg ætli mær ikki at fara út sum ein tápulingur, og siga, at vit gerast heimsmeistarar. Tí vit hava als ikki fólkið, sum krevst, fyri at fara allan vegin, sigur Ulrik Wilbek við danska Ekstrablaðið.
Hetta hevur fingið ilt í fleiri danskar hondbóltsviðmerkjarar og venjarar hjá felagsliðum, sum í sínum lagi meta, at Danmark eigur at fara eftir HM-gullinum í endaspælinum, sum verður spælt í Svøríki.
Ulrik Wilbek heldur, at danska liðið er viknað í mun til EM-endaspælið í fjør, sjálvt um Danmark bert hevur tapt ein dyst tað seinasta árið. - Vit kunnu enda á øllum frá einum fyrsta til einum tíggjunda plássi, sigur Ulrik Wilbek.
Gamla danska hondbóltslegendan, Anders Dahl Nielsen hevur ilt við at kenna Ulrik Wilbek aftur: - Ulrik Wilbek hevur altíð duga at gingið undan, og hevur altíð dugað at valt tí røttu orðini. Men tá tað kemur til val av spælarum og málsetningum, so er hann ikki tann hann plagdi at verða, staðfestir Anders Dahl Nielsen.
Fríggjakvøldið klokkan 19.15 spældir Danmark fyrsta dystin í tí innleiðandi bólkaspælinum. Dysturin verður ímóti Australia, sum verður mett at verða tað vánaligasta liðið, sum tekur lut í HM-endaspælinum.