Felagsskapurin Wikileaks almannakunnger í dag 391.832 frágreiðingar hjá amerikanska hervaldinum, sum higartil hava verið loyniligar. Felagsskapurin hevur valt skjølini í samstarvi við fleiri útvaldar fjølmiðlar, og teirra millum er danska blaðið Information.
Endamálið er millum annað at útvega almenninginum atgongd til upplýsingarnar, áðrenn amerikanska verjumálaráðið ger onkran mótleik. Pentagon mælti longu í síðstu viku Wikileaks til at beina fyri øllum skjølnum.
Skjølini, sum nú verða almannakunngjørd, avdúka millum annað, at amerikanskir hermenn skutu sivilfólk í Irak, og at danskir hermenn har lótu iraksku løgregluna fáa fangar, hóast tað var alment kent, at løgreglan píndi fangar.









