Í sambandi við stríðið ímóti koronu, eru Føroyar vorðin ein fyrimynd úti í heimi. Tað staðfesti Bjarni á Steig, sum ráðgevur føroyskum myndugleikum um koronu, á tíðindafundinum fríggjadagin um koronu.
Og hann sigur, at úrslitini í Føroyum hava vakt so stóran ans uttanlands, at nú ein nevnd undir alheims heilsustovninum, sum hevur við koronu at gera, hava eina frágreiðing úr Føroyum.
Tískil hava tey nú bjóðað umboðum fyri føroyskar myndugleikar at hava eina framløgu fyri teimum á internetinum um, hvussu tað heur eydnast okkum at berja koronu niður, ikki bara eina ferð, men heilar tríggjar ferðir.
– Allar tríggjar ferðirnar, smittan fór at ganga í Føroyum av álvara, eydnaðist tað okkum at berja hana niður aftur rættiliga skjótt, og tað eru tað ikki nógv lond, sum hava klárað, segði Bjarni á Steig.
Hann sigur, at hetta er ein stórur heiður til Føroya fólk, at vit verða tikin í so stórum álvara í WHO.
Hann sigur nevniliga, at tað er fyrst og fremst Føroya fólk, sum hevur bart koronu niður, hvørja ferð, smittan er farin at breiða seg.
Tað er nevniliga ikki við lógum og forboðum, vit hava bart smittuna niður, tí tað er gjørt við, at myndugleikarnir hava víst fólki álit og fingið tey at taka ábyrgd.
Samstundis hava myndugleikarnir lagt alstóran dent á, at kanan fólk fyri koronu fyri at finna tey, sum eru smittað, og so eru øll, sum tey hava verið í sambandi við, eisini sett í sóttarhald.
Hesin framferðarhátturin hevur eydnast so mikið væl, at vit hava bar smittuna niður tríggjar ferðir.
Hann nevnir eitt dømi, at tað einu ferðina, korona tók dik á seg seinasta summar, vórðu 4.800 kanningar gjørdar upp á ein dag, og allar royndirnar vórðu greinaðar upp á tveir dagar.
– Eg vænti ikki, at tað eru nógv lond, sum høvdu klárað tað, tá ið vit hugsa um fólkatalið, segði Bjarni á Steig.