WHO: Vandin við omikron er framvegis stórur

Tað sigur Heimsheilsustovnurin í síni seinastu vikufrágreiðing.

Stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á tíðindafundi í Genéve um omikron-frábrigdið.

Heimsheilsustovnurin WHO sigur í síni seinastu vikufrágreiðing, at vandin við omikron-frábrigdinum framvegis er ógvuliga stórur, sum tikið verður til.

 

Víst verður serliga til stóru smittuspjaðingina í fleiri londum, sum virusið elvir til, og at omikron smittar verri enn delta-frábrigdið ger.

 

Heimsheilsustovnurin skrivar, at ein stigvís øking hevur verið í smittuni síðan oktober, og at vøksturin í smittu globalt var 11 prosent í seinastu viku í mun til vikuna fyri.

 

Samstundis eru skrásettir líka nógvir deyðstilburðir í síðstu viku sum í vikuni fyri. Talið av nýggjum smittutilburðum var fimm miljónir, og 44.000 fólk doyðu við koronu.

 

WHO skrivar í sínari frágreiðing, at síðan farsóttin tók seg upp, er talið av smittaðum kring heimin komið upp á 278 miljónir, og talið av deyðum nærkast nú 5,4 miljónum.

 

Tíðindastovan NTB hevur hugt eftir nýggjastu tølunum hjá Worldometer yvir smittu og deyðsføll kring heimin, og her vísir tað seg, at tølini veksa skjótt.

 

Tølini siga, at longu tveir dagar eftir frágreiðingina hjá WHO var samlaða talið av smittaðum komið upp á slakar 283 miljónir, og talið av deyðum var á stívliga 5,4 miljónir.

 

 

 

 

 

Stjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, á tíðindafundi í Genéve um omikron-frábrigdið.