WHO rósar Svøríki: Hatta er framtíðar mátin

Onnur lond kunnu læra av koronastrategiini hjá Svøríki, sum kann vera framtíðar mátin, sigur WHO-stjóri.

Tað er ein misskiljing, tá funnist verður at Svøríki fyri at hava latið koronavirusið fara út í samfelagið uttan at hava framt neyðugu avmarkingarnar.

Tað sigur Michael Ryan, sum er stjóri í bráðtilbúgvingini hjá Heimsheilsustovninum WHO, skrivar tíðindastovan TT.

Michael Ryan rósar svensku koronastrategiini og kallar hana »framtíðar modellið«.

– Eg haldi, at Svøríki umboðar framtíðar modellið. Um vit vilja venda aftur til eitt samfelag uttan afturlating, skal samfelagið tilpassast í eitt longri tíðarskeiið, har alt skal tilpassast virussið, sigur hann sambært TT.

Svenska strategiin hevur annars vakt ans serliga í skandinavisku londunum, har millum annað Noreg og Danmark hava stongt skúlar, barrir og matstovur, og samstundis hava nógv færri andlát enn Svøríki.

Svøríki hevur ongantíð stongt eitt nú skúlar ella barrir.

443 smittað við koronavirus eru deyð í Danmark, sum hevur 5,8 milliónir íbúgvar. Í Svøríki, sum hevur 10,2 milliónir íbúgvar, er talið 2.462.

Michael Ryan heldur koritni, at Svøríki hevur havt eina góða strategi.

– Svøríki hevur sett í verk ein ógvuliga sterkan heilsupolitkk viðvíkjandi frástøðu, røkt og verju av fólkum á røktarheimum og øðrum sigur hann.

– Eg haldi, at vit kunnu læra av royndunum hjá Svøríki. Og enn einaferð vil eg leggja dent á, at Svøríki ikki hevur latið vera við at kanna fyri Covid-19, men hevur samtykt eina stranga strategiska linju fyri at kanna tað í øllum pørtum av samfelagnum, sigur Michael Ryan.

Í gjár vardi svenski forsætisráðharrin, Stefan Løfen, landsins strategi.

– Tað eru lond við nógv strangari tiltøkum enn Svøríki, sum hava hægri deyðstøl.

– Tað eru lætt at halda, at steingin og isolering fer at beina burtur virusið, men so lætt er tað ikki, segði hann sambært TT.

/ritzau/