Sjálvt um tað kann tykjast rangvørt, so mælir Heimsheilsufelagsskapurin (WHO) ti, at fólk bera masku á jólum.
Tað skrivar WHO í eini fráboðum í dag sambært tíðindastovuni AFP.
– Tað er vandi fyri størri smittubreiðslu tær fyrstu vikurnar og mánaðirnar í 2021. Og vit eru noydd at arbeiða saman, um tað skal eydnast okkum at forða fyri tí, skrivar felagsskapurin.
Tey leggja afturat, at sjálvt um tað kanska tykist klombrut at ganga við masku saman við famljuni, so fer tað at »hjálpa munandi til at tryggja, at øll kunnu vera trygg og frísk«.
Í Danmark hevur Heilsustýrið fyrr í desember ráðgivið um, hvussu danir skulu fyrihalda seg til eini jól merkt av koronuvirus.
Tey mæla millum annað til, at fólk avlýsa avtalur við persónar, sum vit ikki vanliga hitta. Harumframt eiga vit hægst at savnast 10 fólk heima.
Heilsustýrið mælir ikki til at øll bera masku øll jólini, men skrivar tó:
– Um tú ert í øktum vanda fyri covid-19, so tosa við vertin um, hvussu tit best fyribyrgja smittu, so øll kenna seg trygg og kunnu vera við.
– Um tað fær teg at kenna teg tryggarti, so far í eina CE-merkta masku, skrivar danska Heilsustýrið.
/ritzau/











